Veitarin av dátusamskifti til Landsnet komandi 3 árini

02-10-2018

Yvir 50 stovnar eru í Landsneti. Talan er um stovnar við fleiri 100 starvsfólkum og stovnar, har bert nøkur fá eru í starvi. Tað eru landsnetstovnar á so at siga hvørji oyggj í Føroyum, og hevur tað alstóran týdning, fyri at starvsfólk hjá stovnunum kunnu røkja sítt arbeiði, at tey hava samband við Landsnet.

Í Landsneti eru allar skipanir miðsavnaðar hjá ávikavist Elektron og Formula, tó staðsetingin er Føroya Tele. Tað er av allarstørsta týdningi, at stovnarnir hava eitt skjótt og støðugt samband við skipanirnar og internetið, og at henda ferðslan er raðfest framum vanliga internetferðslu í kervinum hjá veitaranum.

KT Landsins ynskti eina loysn, sum er avbyrgd frá internetinum og vandunum, ið har eru. KT Landsins stendur fyri øllum linjunum til dátusamskifti, sum stovnarnir í Landsneti hava. Í høvuðsheitunm eru talan um samnet linjur, breiðbandssambond á internetinum og høvuðs internetsamband til stovnarnar í Landsneti. Talan er um 132 samnet, 54 breiðbond og eitt høvuðs internetsamband.

Hetta er fyrstu ferð KT Landsins bjóða linjur út í fríari kappining. Orsøkin, at KT Landsins ikki hevur boðið hetta fyrr, er, at nú er eingin tøknilig ella umsitingarlig forðing fyri at skifta veitara. Áður hevði eitt slíkt skifti verðið sera umfatandi. So umfatandi, at tað í veruleikanum hevði verið ógjørligt hjá øðrum veitarum at vinna eitt tílíkt útboð.

Útboðið varð lagt út 13. juli, og freistin at lata tilboð inn var 19. september.

Tað komu tvey tilboð, bert Hey og FT Samskifti bjóðaðu seg fram. Í tíðarskeiðinum frá tí, at tilboðini vóru latin inn, og vinnarin skuldi kunngerast, varð dúgliga samskift við tilboðsgevararnar fyri at fáa vissu fyri, at partarnir høvdu skilt útboðstilfar og tilboð, so eingin misskiljing var.

Hey og FT Samskifti hava sama undirveitara, sum er FT Net. Hetta sást aftur, tá metingin skuldi gerast, tí tað var sera tætt millum tilboðini, og í síðsta enda varð tað bert prísurin, sum var avgerandi.

Fríggjadagin 28. september varð vinnarin kunngjørdur. Tilboðið hjá FT Samskifti ljóðaði uppá 6.212.330 kr. fyri 3 ár.

Samanbera vit kostnaðin á vinnandi tilboðnum við tað, sum vit gjalda í dag, er sparingin 2.247.670 kr. fyri 3 ár.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified