Nýggj heimasíða skal bøta um KT trygdina

01-06-2019

Fyri stuttum fóru Gjaldstovan, Føroya Tele og Føroya Politi undir nýtt samstarv um KT trygd. Í felag hava hesi ment eina heimasíðu, ið hevur til endamáls at upplýsa og hjálpa stovnum, fyritøkum og einstaklingum í Føroyum at verja seg móti KT álopum.

Fíggjarmálaráðið hevur tikið stig til samstarvið, og er hetta ein týðandi partur av ætlan landsins um einar tryggar Føroyar á internetinum. Gjaldstovan umsitur KT trygdina í stórum parti av almenna KT undirstøðukervinum, Føroya Tele hevur um hendi týðandi partar av øllum KT samskiftinum inn í landið, og Føroya Politi tekur sær av málum, tá roynt verður at bróta inn í KT skipanir og fremja onnur KT brotsverk í Føroyum.

Nýggja heimasíðan, ið er tøk á kt-trygd.fo, savnar kunning, fráboðanir og góð ráð á einum stað, so føroyingar hava eitt álítandi stað at venda sær til viðvíkjandi KT trygd.

Á heimasíðuni kunnu øll vera við til at styrkja um KT trygdina í Føroyum við at boða frá vandum við KT. Fráboðanirnar verða nýttar at bøta um trygdina og styrkja miðvísa arbeiðið móti KT álopum av øllum slagi.

Dentur verður lagdur á góð og einføld ráð, so øll kunnu verja seg móti KT álopum.

”Brotsverkini á internetinum eru økt alsamt seinastu árini. Tá borgari ella fyritøka verða rakt av KT brotsverkum, tekur løgreglan serliga atlit at rættartrygdini og tryggleikanum hjá viðkomandi. Í tøttum samstarvi við Gjaldstovuna og Føroya Tele raðfestir løgreglan fyribyrging, so at vitanin um tryggan atburð á internetinum verður økt. Heimasíðan skal økja tilvitskuna hjá borgarunum um trygga atferð á internetinum og vera ein fyribyrgjandi liður, sum hevur til endamáls at minka um vandan hjá borgarum og fyritøkum at verða rakt av KT brotsverkum,” sigur Steen Nørskov, løgregluovasti í Føroyum.

Til ber at vitja heimasíðuna á kt-trygd.fo og Facebook síðuna KT-trygd.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified