Mínboks verður nú partur av Talgildu Føroyum

16-11-2017

P/F Mínboks og Gjaldstovan hava gjørt sáttmála um, at Gjaldstovan yvirtekur skipanirnar hjá felagnum fyri 5 mió. kr. Hetta er fyrsta stigið, at Gjaldstovan tekur yvir báðar loysnirnar í P/F Mínboks, sum eru Mínboks og Mínlykil. Við hesum hevur Gjaldstovan fíggjarligu ábyrgdina og fær samstundis fulla ávirkan á loysnirnar. P/F Mínboks, sum Posta og Elektron eiga í felag, heldur fram at hava rakstrarligu ábyrgdina. Í seinasta lagi 31. desember í 2018 yvirtekur Gjaldstovan loysnirnar fult og heilt.

Partarnir eru samdir um, at hetta er eitt skilagott stig, og Gjaldstovan sær stórar møguleikar í loysnunum í sambandi við verkætlanina Talgildu Føroyar.

          Frá vinstru: Nicolai M. Balle, verkætlanarstjóri í Talgildu Føroyum, Durita Tausen, stjóri á Gjaldstovuni, Kristjan Petursson, stjóri í
          Mínboks og Ulla Joensen, stjóri á Elektron.

 

Tá ið heildarætlanin fyri Talgildu Føroyar varð gjørd í 2015, varð m.a. ásett, at allir borgarar skulu hava ein talgildan postkassa til trygt brævasamskifti, sum allir tænastuveitarar, almennir og privatir, skulu kunna senda til. Politiski myndugleikin heldur, at ábyrgdin av at veita trygt talgilt brævasamskifti eigur at liggja hjá einum almennum myndugleika.

Slíkur postkassi kann verða mentur frá grundini, ein útlendsk loysn kann verða funnin ella støði kann verða tikið í eini loysn, sum frammanundan verður brúkt í Føroyum. Talgildu Føroyar hava viðgjørt hesar møguleikar, og tað varð skjótt greitt, at skynsamasta loysnin var at taka støði í loysnini Mínboks. Mínboks lýkur krøvini um trygt talgilt brævasamskifti, hon virkar væl, føroysk fyritøka hevur ment hana, hon verður rikin í Føroyum og ikki minst, so brúkar stórur skari av føroyingum hana.

Í heildarætlanini fyri Talgildu Føroyar er eisini ásett, at tað skal mennast ein talgildur samleiki. Eitt samleikaprógv, sum hvør einstakur borgari skal brúka at rita inn og eyðmerkja seg við í talgilda samskiftinum við stovnar, myndugleikar og fyritøkur. Fyri Talgildu Føroyar er tað ein stórur fyrimunur at eiga Mínlykil, tá brúkarar skulu flytast til nýggja talgilda samleikan fyrst í 2019.

Undirtøkan fyri Mínboks má sigast at vera stór millum føroyingar. Mínboks hevur góð 6 ár á baki og samanlagt eru 19.600 brúkarar í Mínboks, og 20.200 brúkarar hava Mínlykil sum innritingarskipan. Hesi virki og stovnar senda, sum er, í Mínboks: Taks, Lív, Betri Pensjón, Betri Trygging, Gjaldstovan, Landssjúkrahúsið, Studni, Tórshavnar kommuna, Sev, Elektron umframt allir føroysku peningastovnarnir.

Við hesi avtalu fáa føroyskir borgarar og føroyskar fyritøkur staðfest, at Mínboks er framtíðin, og tí kann tað loysa seg at brúka skipanina til alt teirra samskifti.

Næsta stig verður, at partarnir saman við útvaldum áhugabólkum gera nágreiniliga ætlan fyri, hvussu Mínboks kann víðarimennast, so hon verður integreraður partur av Talgildu Føroyum.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified