Seminar um kommunala fíggjarstýring 21. juni 2012

31-05-2012

Bjóðað verður hervið inn til seminar um kommunala fíggjarstýr-ing. Seminarið verður tann 21. juni 2012 kl. 9.15 til kl. 15.00 á 2. hædd á Føroya Gjaldstovu á Argjum. Á middegi verður døgverði bjóðaður.

Seminarið er ætlað fíggjarleiðarinum hjá kommununi.

Á skránni verður:

1. Undirvísing í framrokning og budgetering útfrá Leiðslukunningini

2. Samanbering av fíggjartølum hjá kommunum útfrá fólkagrundarlagi

        a. Bólkaarbeiði við samanbering av fíggjartølum hjá kommunum

3. Samanbering av bókingarhættum hjá kommunum

Viðvíkjandi punkt 1, so verða ymisku framrokningarháttirnir, sum innbygd-ir eru í Leiðslukunningina, gjøgnumgingnir.

Viðvíkjandi punkt 2, er nýggjur funktionalitetur gjørdur, ið ger tað møguligt at samanbera fíggjartøl hjá kommunum eftir fólkatali. Hesir verða gjøgnumgingnir, og aðrir møguligar samanberingar umrøddir. Aftaná verður fólk sett í bólkar, har høvi verður saman við fólki úr øðrum kommunum á fakligum grundarlagi at hyggja eftir, hvussu kommunan samanber seg við aðrar kommunur.

Viðvíkjandi punkt 3, so kann helst væntast, at ein partur av orsøkini til, at munur er á fíggjartølunum hjá kommununum, er ymiskir bókingarhættir og -støð fyri sama slag av útreiðslum. Við støði í bólkaarbeiðnum verður gjøgnumgingið, hvørt reglur fyri konkretar bókingar eiga at dagførast/ gerast, so at roknskaparhaldið gerst meira eins millum kommunur.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified