Kunnandi fundur um at skráseta og avgreiða barsil umframt aðrar funkur í løn

13-06-2022

Mikudagin 15. juni verður kunnandi fundur um at skráseta og avgreiða barsil, umframt um aðrar funkur í Lønargreiðsluni og Lønarkunningini.

Fyri stívliga 15 árum síðan droymdu vit á Gjaldstovuni um, at lønarumbønirnar skuldu verða so greiðar, at tað fór at bera til at skráseta hendingar. Og hvat merkir so tað? Jú, ein hending er til dømis at seta eitt starvsfólk í fast starv, at starvsfólkið keypir frí ella at broyta setanarbrotið hjá einum starvsfólki, sum er í starvi. Fyri at nevna nakrar hendingar.

Við Lønargreiðsluni, sum varð sett í verk meðan korona herjaði sum harðast, ber hetta nú til. Fleiri funkur eru mentar, og tað verða støðugt mentar nýggjar. Tað seinasta, vit hava arbeitt við, er barsil. Í 2021 vórðu 683 børn fødd í Føroyum. Barsilsskipanin avgreiddi eini 1500 umsóknir.

Vit á Gjaldstovuni hava sett okkum fyri, at tað hjá tykkum arbeiðsgevarum skal ganga sum eitt spæl at avgreiða lønarliga partin hjá starvsfólkunum, tá ið tey fáa børn. Vit hava tí lagt doyðin á, at menna eina funku sum tryggjar, at starvsfólkið fær ta løn og tann starvsaldur, sum tað hevur rætt til, at tað verður lætt at avgreiða umsóknina til barsilsskipanina, og at lønarhagtølini vísa, hvussu nógv verður goldið í løn til starvsfólk, sum eru í barsil, og eisini hvussu stórt endurgjaldið er.

Innbjóðingar vórðu sendar út fyri viku síðan til allar stovnar, ráð og eldrasamstørv, har boðið varð til kunnandi fundin mikudagin.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified