Gjaldstovan er við á Jobmatch 28. desember 2019

26-12-2019

 

Tiltakið er í Norðurlandahúsinum leygardagin 28. desember frá kl. 12.00 - 18.00. Vilt tú vita meira um Jobmatch 2019, vitja jobmatch.fo.

 

Gjaldstovan á bási saman við Talgildu Føroyum, Hagstovuni, Landsbankanum og TAKS

Gjaldstovan varð sett á stovn í 1939, og er sostatt ein av elstu almennu stovnunum í Føroyum. Gjaldstovan er skipað undir Fíggjarmálaráðnum og heldur til í Albert Hall á Argjum. Gott 60 fólk starvast á Gjaldstovuni. Starvsfólkini eru millum annað útbúgvin innan skrivstovuyrki, bókhald og roknskap, KT, búskap, løgfrøði og aðrar hægri útbúgvingar.

Gjaldstovan er á fleiri økjum undirstøðukervið hjá landshúsarhaldinum við fleiri tvørgangandi skipanum. Gjaldstovan hevur fýra meginarbeiðsøki:

Búskaparskipan Landsins
Gjaldstovan er kjarnin í allari almennari búskaparstýring í Føroyum. Stovnar landsins eru knýttir í miðsavnaða kervið hjá Gjaldstovuni, Búskaparskipan Landsins, og vit gera mánaðarligar roknskapir fyri landið umframt ársroknskapin. Síðani 2009 hava kommunurnar eisini lisið roknskapirnar inn í miðsavnaðu skipanina hjá Gjaldstovuni.

Løn og bókhald Landsins
Gjaldstovan umsitur landsins bókhald og lønarbókhald. Í 2019 verða út við 11 mia. kr. útgoldnar um útgjaldsskipanina og í løn verða útgoldnar út við 3 mia. kr., ið er áleið ein triðingur av øllum lønarútgjøldum í Føroyum.

KT Landsins
KT Landsins veitir felags KT undirstøðukervi, nevnt Landsnet, ið hevur um hendi uppgávuna at samskipa og miðsavna KT hjá stovnum landsins, millum annað við at hýsa og reka servarar og net. Í dag eru 56 stovnar knýttir Landsnet, sum tilsamans hava áleið 2.300 brúkarar og 1.500 teldur, ið vit veita support og trygd til.

Talgildu Føroyar
Í 2015 byrjaði verkætlanin Talgildu Føroyar, sum hevur til endamáls at gera eitt talgilt undirstøðukervi fyri Føroyar. Høvuðsátøkini í Talgildu Føroyum eru at menna ein talgildan samleika og felags portal til talgildar tænastur. Harumframt skal ein standardiseraður og tryggur pallur til dátusamskifti setast á stovn, og ein skynsom nýtsla av føroyskum grundardátum skal tryggjast. Verkætlanin heldur fram til 2020.

Visiónin
Gjaldstovan ruddar slóð fyri, at almennu Føroyar eru millum effektivastu og kompetentastu fyrisitingar í heiminum.

Missiónin
Gjaldstovan stuðlar undir og mennir effektivar og góðar loysnir innan KT og roknskap at leiða almennu Føroyar.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified