Skeið heystið 2017

19-09-2017

Gjaldstovan skipar fyri skeiðsumfari í Búskaparskipan landsins í heyst. Byrjað verður við skeiði í Kontuskipan landsins, týsdagin 3. oktober, og hildið verður fram í oktober og november mánaði.

Fyri Landsnet brúkarar eru fyri fyrstu ferð skeið í PowerPoint, Word og víðkað skeið í Excel.

Til ber at biðja um skraddaraseymað skeið. Prísurin fyri hesi skeið verður avtalaður í hvørjum einstøkum føri.

Skráin er tøk her​.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified