Roknskapurin 2019-01 er liðugur at avgreiða

Stovnsleiðarar kunnu í tíðarskeiðnum frá fríggjagnum 15. februar til og við hósdagin 28. februar góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá fríggjadegnum 29. februar til og við týsdagin 12. mars góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 29. februar. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Mikudagin 13. mars verður tíðarskeið 2019-01 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified