Roknskapurin 2019-11 er liðugur at avgreiða

23-12-2019

Stovnsleiðarar kunnu í tíðarskeiðnum frá fríggjadegnum 20. desember til og við mánadagin 6. januar góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá týsdegnum 7. januar til og við týsdagin 14. januar góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 7. januar. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Mikudagin 15. januar verður tíðarskeið 2019-11 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified