Skeið

Krøvini til almennu umsitingina vaksa alsamt. Tað sæst millum annað í teimum ásetingum, mannagongdum og skipanum, sum eru settar í verk, og alsamt verða settar í verk, at stýra almenna virkseminum.  So hvørt, sum krøvini eru vorðin fleiri, hevur Gjaldstovan fingið álagt fleiri og fleiri uppgávur, har endamálið er at stuðla munadygga almenna fyrisiting.


Týðandi fyri, at alt skal virka úrslitagott, er, at vit skilja, duga og gera tað ymsa á sama hátt. Her er tað, at skeiðsvirksemið hjá Gjaldstovuni kemur inn í myndina. Vit bjóða skeið á teimum økjum, har vit veita tænastur, t.e.:

  • upplýsingar at stýra við
  • roknskapur og bókhald
  • lønir og lønarupplýsingar
  • KT

Skeiðskatalog verður gjørt tvær ferðir um árið, um várið og um heystið. Í skeiðskataloginum eru uml. 30 ymisk skeið. Flestu skeiðini eru við fastari skrá og undirvíst verður í frálæruhølunum í Albert Hall. Nøkur skeið eru eftir avtalu og skráin verður løgd í samstarvi við stovnin, sum bíleggur skeiðið.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified