Roknskapurin 2020-04 er liðugur at avgreiða

Stovnsleiðarar kunnu í tíðarskeiðnum frá fríggjadegnum 15. mai til og við hósdagin 28. mai góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá fríggjadegnum 29. mai til og við hósdagin 11. juni góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 29. mai. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Fríggjadagin 12. juni verður tíðarskeið 2020-04 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified