Ársroknskapurin 2020 er liðugur at avgreiða

23-03-2021

Sera týdningarmikið er at fáa góðkent 2020-14, tí hetta er samstundis góðkenning av roknskapinum fyri 2020.

Hjá flestu stovnum er eingin broyting í tíðarskeiði 2020-14 í mun til tíðarskeið 2020-13.

Stovnsleiðarar kunnu í tíðarskeiðnum frá mánadegnum 22. mars til og við hósdagin 25. mars góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá fríggjadegnum 26. mars til og við týsdagin 30. mars góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 26. mars. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Mikudagin 31. mars verður tíðarskeið 2020-14 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified