Roknskapurin 2020-12 er liðugur at avgreiða

20-01-2021

Stovnsleiðarar kunnu í tíðarskeiðnum frá mikudegnum 20. januar til og við hósdagin 28. januar góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá fríggjadegnum 29. januar til og við mánadagin 8. februar góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 29. januar. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Týsdagin 9. februar verður tíðarskeið 2020-12 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified