Kærustovnurin er nú á Landsneti

08-02-2013

Í vikuskiftinum 8-10/2 varð Føroya Kærustovnur innlimaður í Landsnet. Talan er um stovn nr. 41 á Landsneti og fyrsta stovn, sum er innlimaður í ár. Á Kærustovninum arbeiða 10 fólk, sum taka sær av skrivstovuarbeiði fyri almennu kærunevndirnar.

Kærustovnurin hevur havt sítt KT-umhvørvi á sjálvum stovninum og hevur í eina tíð havt ynski um at sleppa undan at reka hetta umhvørvi sjálvur. Kærustovnurin tók tí í fjør støðu til, at stovnurin vildi verða partur av Landsneti. Avtalað var, at hetta skuldi fremjast í ár, og tí fóru vit við ársbyrjan undir fyrireikandi arbeiði at innlima Kærustovinin.

Sjálvt innlimingararbeiðið gekk væl, og mánamorgunin, tá starvsfólkini komu aftur til arbeiðis, var klárt at fara til verka í Landsnet umhvørvinum. Av tí, at stovnurin samstundis valdi at uppstiga 360 skipanina, var talan um eitt ávíst umskifti fyri starvsfólkini. Partur av innlimingini er at veita eyka support á staðnum teir fyrstu dagarnar eftir eina innliming, og hetta ger eitt tílíkt umskifti munandi lættari.

Vit gleðast um, at Kærustovnurin hevur valt at gerast partur av Landsneti og vóna, at tey fara at fáa gleði av hesum.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified