Ferðaavrokning dagførd við fleiri hentleikum

29-11-2018

Tá útreiðslur í fremmandum gjaldoyra verða skrásettar við telefon, umroknar loysnin sjálv til krónur. Kursurin verður heintaður frá tænastu á netinum, og tí eru ofta eitt ella tvey oyru á muni í mun til kursin hjá BankNordik og Betri. Tey, sum vilja hava akkurát tað aftur, sum tey hava goldið í fremmandum gjaldoyra, kunnu roknað tað sjálvi, og skráseta tað í krónum.

Ein nýggjur leiklutur er gjørdur til tann, sum bíleggur ferðaseðlar. Leikluturin sum ‘Innkeypari’ ger, at innkeypari, tá ferð er góðkend, kann bíleggja viðkomandi ferðaseðlar og viðhefta skjølini til góðkendu ferðina. Tá tað er gjørt, fær ferðandi boð við teldubrævi, um at ferðaseðlarnir eru tøkir og atgongd til bíleggingarnummar og upplýsingar um fráferð og komu.

Ferðir hjá stovnsleiðarum krevja onga góðkenning, um einki ferðaforskot er á.

Ferðaloyvir, sum eru leysgivin, kunnu strikast, treytað av at einki ferðaforskot er á.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified