Nýggj skúlaforskipan

25-01-2013

Gjaldstovan fekk í 2010 ábyrgdin av skúlaforskipanini. Áðrenn tað varðaði Mentamálaráðið av henni. Gjaldstovan hevur gjørt av at leggja skipanina um til eina WEB-loysn, tí tað var vorðið ov tungt og kostnaðarmikið at umsita gomlu loysnina.

Eisini trongdi trygdarskipanin til at verða dagførd. Henda dagføring var so mikið kostnaðarmikil, at tað loysti seg betur at nýta peningin til eina framtíðartryggjaða loysn og so nýta okkara verðandi trygdarskipan.

At skipanin er ein WEB-loysn merkir eisini, at samband fæst við hana umvegis alnetið. Neyðugt er ikki at leggja hana á telduna. Brúkarin skal tó vera skrásettur sum brúkari í skipanini og hava fingið loyniorð.

Skúlaforskipanin er ein skipan at umsita lønar- og setanarviðurskifti hjá fólkaskúlalærarum. Hon er samskiftisamboð millum skúla, Mentamálaráðið og lønarumsitingina á Gjaldstovuni og er ein forskipan til lønarskipanina.

Endamál við skipanini er:

  • at boða frá um setan
  • amboð til at umsita virksemis- og heildarætlanir í skúlunum og í Mentamálaráðnum
  • at flyta upplýsingar um vikartímar, fráverur, setanir o.a. beinleiðis frá skúlum til Mentamálaráðið
  • at fylgja upp ætlanum og nýtslu, bæði í skúlum og í Mentamálaráðnum
  • at skapa grundarlag fyri hagtølum

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified