Roknskapurin 2018-08 er liðugur at avgreiða

19-09-2018

Stovnsleiðarar kunnu í tíðarskeiðnum frá mikudegnum 19. september til og við fríggjadagin 28. september góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá hósdegnum 29. september til og við mikudagin 10. oktober góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 29. september. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Hósdagin 11. oktober verður tíðarskeið 2018-08 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified