Roknskapurin 2019-13 er liðugur at avgreiða

25-02-2020

Stovnsleiðarar kunnu í tíðarskeiðnum frá týsdegnum 25. februar til og við mikudagin 4. mars góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá hósdegnum 5. mars til og við mikudagin 11. mars góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 5. mars. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Hósdagin 12. mars verður tíðarskeið 2019-13 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified