Roknskapurin 2020-03 er liðugur at avgreiða

17-04-2020

Stovnsleiðarar kunnu í tíðarskeiðnum frá fríggjadegnum 17. apríl til og við mikudagin 29. apríl góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá hósdegnum 30. apríl til og við mánadagin 11. mai góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 30. apríl. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Týsdagin 12. mai verður tíðarskeið 2020-03 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269