Rammusáttmáli gjørdur um keyp av telduútgerð hjá landinum

18-01-2022

Í 2020 greinaði Gjaldstovan teldukeypið hjá landinum. Árliga verða keyptar umleið 500 teldur, umframt skíggjar, dokkingstøðir og tílíkt.

Í 2021 hevur verið arbeitt við at bjóða ein rammusáttmála út, ið samansjóðar keyp av telduútgerð á ein betri og bíligari hátt. Í november varð teldukeypið boðið út, og inn komu trý tilboð. KT Húsið vann.

Rammusáttmálin, sum KT Húsið og Gjaldstovan hava gjørt, er galdandi frá 1. januar í 2022 til 31. desember í 2024. Gjaldstovan roknar við at við at savna keypið, so fer beinleiðis at verða spard 1 millión krónur um árið. Umframt hetta vera sparingar, tí tilgongdirnar vera effektivari við t.d. veitingum og fakturering. Harumframt tryggja vit okkum, at teldurnar hava høga og standardiseraða góðsku, sum er fyritreytin fyri tryggum og effektivum neti og rakstri.

Vøruúrvalið í rammusáttmálanum er mest vanliga telduútgerðin til eitt skrivstovustarv, umframt teldur til serligt brúk.

Fríggjadagin 21. januar 2022 verður kunning fyri ráðum, almennum stovnum, eldrasamstørvum og miðnámsskúlum.

Skrá:

  • Leif Abrahamsen, stjóri, bjóðar vælkomin og kunnar um arbeiðið hjá Keypi landsins
  • Kim Hansen, leiðari fyri Keypi landsins, greiðir frá um rammusáttmálar og um innihaldið í rammusáttmálanum
  • Hans Blaasvær, stjóri í KT Húsinum, greiðir frá vøruúrvalinum í rammusáttmálanum og hvussu innkeypsheimasíðan virkar
  • Birgir av Steinum, deildarstjóri fyri KT Landsins, greiðir frá hvønn týdning, sáttmálin hevur fyri Landsnet og Skúlanet.

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified