Vit

Gjaldstovan er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum.
 
Ábyrgdarøkið kann natúrliga verða býtt sundur í hesar høvuðsuppgávur:
 
I Landsins roknskaparverk
Gjaldstovan hevur um hendi yvirskipaðu bókhalds- og roknskapar uppgávurnar fyri konsernina landið. 
  • Halda viðlíka sentralar parametrar og stamdátur
  • Innlesa data frá øðrum skipanum og senda til aðrar skipanir, t.d. frá TAKS, Almannaverkinum, endurrinda MVG hjá stovnunum, avrokna millum land og kommunur
  • Umsita rokningarverkgongd
  • Stemma av og gera yvirskipað eftirlit
  • Ráðgeva
II Bókhald og løn
Gjaldstovan førir eisini vanligt bókhald og lønarbókhald fyri lítlar stovnar og førir bókhaldið fyri millumrokningina millum land og kommunur.
 
III Roknskapur
Gjaldstovan ger mánaðarroknskapir og ársroknskapin. Karmur um hetta arbeiði er roknskapargóðkennningarskipanin. Gjaldstovan ger neyðug yvirlit til játtanareftirlit, roknskap, hagtøl o.tíl.
 
Almenni roknskapurin verður eisini gjørdur í skipanunum hjá Gjaldstovuni við støði í mánaðarligum innrapporteringum.
 
IV Útgjaldsskipan landsins
Gjaldstovan avgreiðir allar útgjaldingar úr landskassanum og stemmar av gjaldingar. Gjaldstovan veitir gjaldføri til stovnarnar.
 
V Leiðslukunning
Allar viðkomandi dátur verða vístar í leiðslukunningarskipanum. Politikkurin er, at ongar týdningarmiklar dátur eru longri burtur enn 5 sekund.
 
VI Skeið o.tíl.
Undirvíst verður í øllum virkisøkinum hjá Gjaldstovuni, t.d. formligum reglum, mannagongdum, KT trygd, skipanum, leiðslukunning og í ymsum skipanum innan Landsnet. Eftir nágreiniligari avtalu ráðgevur Gjaldstovan eisini í at gera avtalur, í KT trygd og í at skipa roknskaparverkið.
 
VII Búskaparskipan landsins
Deildin KT landsins hevur um hendi at menna, halda viðlíka og reka Búskaparskipan landsins. Stovnarnir hava atgongd til skipanina at fremja sínar uppgávur innan búskaparumsiting. Búskaparskipan landsins er skipað sum integrerað tænasta á Landsneti. Stovnarnir hava atgongd til skipanina at fremja sínar uppgávur innan búskaparumsiting.
 
VIII Landsnet
Deildin KT landsins hevur uppgávuna at veita almennum stovnum KT tænastur og samskipa KT hjá landinum á yvirskipaðum stigi, so tað almenna fær munadyggar KT loysnir. Tænasturnar fevna um at hýsa og reka servarar og netverk; seta upp og veita atgongd til grundleggjandi forrit á brúkarateldum; og KT stuðul og hjálp til brúkarar. Samskipanin fevnir um at ráðgeva í KT spurningum/verkætlanum, standardisera politikkir og mannagongdir og at standa fyri at gera yvirskipaðar strategiir fyri KT økið hjá landinum.
 
IX KT trygd
Vit hava skipað KT trygd sum eitt virkisøki burturav, fyrst og fremst fyri at tryggja skipanirnar undir Fíggjarmálaráðnum. Umframt at tryggja dátur í Búskaparskipan landsins og Landsneti, so kunnu stovnarnir brúka tilfar og arbeiðshættir, sum eru ment á hesum øki.

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified