Gjaldstovan hevur kunngjørt ársfrágreiðingina hjá Keypsportalinum fyri 2022

30-10-2023

41 almenn útboð fóru um Keypsportalin í 2022. Talið av árligum útboðum er nærum trífaldað síðan 2020.

Rammusáttmálar til m.a. telduútgerð og ferðatryggingar hava givið landinum stórar sparingar. Seinastu trý árini hevur Keypsportalurin akkumulerað sparingar fyri á leið 7,5 mió. kr. við at nýta rammusáttmálar.

Royndirnar vísa okkum, at landið fær góð úrslit av at bjóða út alment. Sparingarnar høvdu verið størri, um landsins stovnar bjóðaðu út í felag og arbeiddu við felags rammusáttmálum.

Les alla frágreiðingina á keypsportal.fo

 

Hevur tú spurningar viðvíkjandi ársfrágreiðingini hjá Keypsportalinum, kanst tú seta teg í samband við Kim Hansen á kim@gjaldstovan.fo

 

_______________________________

 

Um Keypsportalin

Keypsportalurin er alment kunngerðarstað, har ið almennir stovnar kunnu lýsa við útboðum, og veitarar kunnu halda seg dagførdar um nýggj útboð. Keypsportalurin skal tryggja, at almenn keyp eru rættvís og gjøgnumskygd.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified