Roknskapurin 2019-08 er liðugur at avgreiða

18-09-2019

Stovnsleiðarar kunnu í tíðarskeiðnum frá mikudegnum 18. september til og við mánadagin 30. september góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá týsdegnum 1. oktober til og við hósdagin 10. oktober góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 1. oktober. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Fríggjadagin 11. oktober verður tíðarskeið 2019-08 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified