Roknskapurin 2018-12 er liðugur at avgreiða

16-01-2019

Stovnsleiðarar kunnu í tíðarskeiðnum frá mikudegnum 16. januar til og við mánadagin 28. januar góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá týsdegnum 29. januar til og við fríggjadagin 8. februar góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 29. januar. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Mánadagin 11. februar verður tíðarskeið 2018-12 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified