Skeið í Búskaparskipan landsins várið 2021

02-03-2021

Gjaldstovan skipar aftur fyri skeiðsumfari í Búskaparskipan landsins í vár.

Nýggj skeið eru í hesi skeiðsskránni. Talan er um skeiðið 'Avgreiða lønir og finna lønartøl' og skeiðini í 'OneDrive' og 'SharePoint & OneDrive', umframt vanligu skeiðini og til ber at biðja um skraddaraseymað skeið.

Tekningin til KT skeiðini fer fram á heimasíðuni hjá Synergi.

Tekning til vanligu skeiðini fer fram við at skriva til okkara á skeid@gjaldstovan.fo.

Um okkurt er at spyrja um, setið tykkum so í samband við okkum. Ring á Gjaldstovuna, tlf. 35 24 00 ella skriva til okkara á skeid@gjaldstovan.fo. Vit bjóða tykkum vælkomin á skeið hjá Gjaldstovuni.

Skráin er tøk her.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified