Gjaldstovan er við á Jobmatch 2018

20-12-2018

Gjaldstovan varð sett á stovn í 1939, og er sostatt ein av elstu almennu stovnunum í Føroyum. Gjaldstovan er skipað undir Fíggjarmálaráðnum og heldur til í Albert Hall á Argjum. Gott 60 fólk starvast á Gjaldstovuni. Starvsfólkini eru millum annað útbúgvin innan skrivstovuyrki, bókhald og roknskap, KT, búskap, løgfrøði og aðrar hægri útbúgvingar.

 

Básur 24 í Klingruni / Høllini

Gjaldstovan er á fleiri økjum undirstøðukervið hjá landshúsarhaldinum við fleiri tvørgangandi skipanum. Gjaldstovan hevur fýra meginarbeiðsøki:

Búskaparskipan Landsins
Gjaldstovan er kjarnin í allari almennari búskaparstýring í Føroyum. Stovnar landsins eru knýttir í miðsavnaða kervið hjá Gjaldstovuni, Búskaparskipan Landsins, og vit gera mánaðarligar roknskapir fyri landið umframt ársroknskapin. Síðani 2009 hava kommunurnar eisini lisið roknskapirnar inn í miðsavnaðu skipanina hjá Gjaldstovuni.

Løn og bókhald Landsins
Gjaldstovan umsitur landsins bókhald og lønarbókhald. Í 2018 verða út við 11 mia. kr. útgoldnar um útgjaldsskipanina og í løn verða útgoldnar út við 3 mia. kr., ið er áleið ein triðingur av øllum lønarútgjøldum í Føroyum.

KT Landsins
KT Landsins veitir felags KT-undirstøðukervi, nevnt Landsnet, ið hevur um hendi uppgávuna at samskipa og miðsavna KT hjá stovnum landsins, millum annað við at hýsa og reka servarar og net. Í dag eru 56 stovnar knýttir Landsnet, sum tilsamans hava áleið 2.300 brúkarar og 1.500 teldur, ið vit veita support og trygd til.

Talgildu Føroyar
Í 2015 byrjaði verkætlanin Talgildu Føroyar, sum hevur til endamáls at gera eitt talgilt undirstøðukervi fyri Føroyar. Høvuðsátøkini í Talgildu Føroyum eru at menna ein talgildan samleika og felags portal til talgildar tænastur. Harumframt skal ein standardiseraður og tryggur pallur til dátusamskifti setast á stovn, og ein skynsom nýtsla av føroyskum grundardátum skal tryggjast. Verkætlanin heldur fram til 2020.

Visiónin
Gjaldstovan ruddar slóð fyri, at almennu Føroyar eru millum effektivastu og kompetentastu fyrisitingar í heiminum.

Missiónin
Gjaldstovan stuðlar undir og mennir effektivar og góðar loysnir innan KT og roknskap at leiða almennu Føroyar.

Vilt tú vita meira um Jobmatch 2018 – vitja jobmatch.fo

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified