Nú eru 30 stovnar og ráð við í Skjalhaldi

Týsdagin 26. januar í ár var kick off fundur fyri stovnar og ráð á Hotel Føroyum.

Endamálið við fundinum var at savna komandi stovnar og ráð, sum vóru ávegis í Skjalhald, og tryggja, at øll fingu eitt gott innlit í hvat Skjalhald er, og hvussu tað framyvir fer at vera, nú stórur partur av almennu Føroyum fara at arbeiða við somu skipan.

Umframt at stovnar og ráð fingu góð hugskot til fyrireiking, greiddi Arbeiðseftirlitið, sum fyrsti stovnur hevði verið við í Skjalhaldi eina tíð, frá teirra forvitnisligu royndum.

Síðst í februar vóru 15 stovnar og ráð komnir við í Skjalhald, fyrst í mai var talið 23, og í dag varð Landsbókasavnið innlimað, so nú eru 30 stovnar og ráð við í Skjalhaldi, so talan er um ein varða á leiðini.

Sostatt er at fegnast um, at tað gongur væl og við rúkandi ferð at fáa stovnar við í Skjalhald. At fyrireika stovnar og ráð til Skjalhald hevur gingið væl, hóast nógvir spurningar og ivamál hava verið, sum skilligt er.

Á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni liggja ymiskar vegleiðingar til Skjalhald. Eftir er at innlima síðstu 15 stovnarnar og á leið 45-50 skúlar.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified