Frá 1. november avgreiðir landið nærum einans talgildar rokningar

19-10-2018

Síðan lógin um talgildar rokningar kom í gildi 1. januar 2018 hevur Gjaldstovan arbeitt við miðvísari kunning til veitarar um, hvussu teir senda talgildar rokningar. Herímillum er kunnað um, hvussu tøkniligar avbjóðingar kunnu loysast, skulu broytingar gerast í roknskaparskipanini hjá veitaranum.

Veitarar, ið senda landinum fleiri enn 50 rokningar árliga, hava fingið boð frá Gjaldstovuni um, at frá 1. november í ár tekur landið bara ímóti talgildum rokningum.  Sostatt fara smærri veitarar hjá landinum framhaldandi at kunna senda rokningar, ið ikki eru talgildar, um teir ynskja hetta.

Ein talgild rokning er sett upp eftir einum væl allýstum formi, sambært lóg, og verður send umvegis ein góðkendan rokningadepil. Veitarar kunnu annaðhvørt senda rokningarnar beinleiðis úr egnari roknskaparskipan ella við at skriva upplýsingar um rokningina inn í rokningaportalarnar hjá Gjaldstovuni ella Mínrokning. Sostatt er ikki nóg mikið at viðfesta rokningina í ein teldupost.

Rokningar, sum ikki verða sendar talgildar, verða ikki avgreiddar og goldnar, fyrrenn veitarin, av nýggjum, hevur sent talgilda rokning.

Í 2017 avgreiddi Gjaldstovan áleið 163.000 rokningar. Av hesum sendu knapt 100 føroyskir veitarar talgildar rokningar, og hesir sendu gott helvtina av øllum rokningunum, ið vórðu sendar landinum. Við teimum átøkum, ið hava verið í ár, er talið av rokningum, sum eru móttiknar talgilt, hækkað til 72%, og talan er nú um fleiri enn 330 føroyskar veitarar, sum senda talgildar rokningar. Hesir verða støðugt fleiri í tali.

Gjaldstovan hevur í fleiri enn 10 ár arbeitt við at íverkseta talgildar rokningar. Nøgdsemið er høgt millum veitarar, tí tað merkir skjótari avgreiðslutíð og færri feilir fyri veitaran, tí talgildu upplýsingarnar verða sjálvvirkandi lisnar inn og skrásettar í roknskaparskipanini hjá landinum. Landið hevur samstundis spart burtur nógva handliga skráseting, eins og landið hevur betri møguleikar at nýta talgildu upplýsingarnar til at greina innkeypsmannagongdir, prísir o.a.

Sostatt er umleggingin til talgildar rokningar ein stórur fyrimunur fyri bæði veitarar og tað almenna.

------------

Á heimasíðuni gjaldstovan.fo er kunning um talgildar rokningar og vegleiðingar til Mínrokning og rokningarportalin. Eisini er yvirlit yvir teir stovnar og talgildu addressur, ið skulu móttaka talgildar rokningar framyvir.

Gjaldstovan rekur roknskaparskipanina, sum flestu almennu stovnar nýta, t.d. Almannaverkið, Landssjúkrahúsið, Landsverk og TAKS, og hon avgreiðir eisini rokningar fyri somu.

Eru spurningar um talgildar rokningar, kunnu teir stílast til Brynleif Poulsen, roknskaparleiðara á Gjaldstovuni, tlf. 35 24 60 ella teldupost brynleif@gjaldstovan.fo

Leinki til Rokningaportalin: https://rokning.gjaldstovan.fo/invoice/create

Leinki til upplýsingar um talgildar rokningar: https://gjaldstovan.fo/Gjaldstovan/asetingar/talgildar-rokningar/

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269