Roknskapurin 2017-13 er liðugur at avgreiða

22-02-2018

Stovnsleiðarar kunnu í tíðarskeiðnum frá hósdegnum 22. februar til og við mikudagin 7. mars góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá hósdegnum 8. mars til og við hósdagin 15. mars góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 8. mars. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Fríggjadagin 16. mars verður tíðarskeið 2017-13 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified