Skeið í Búskaparskipan landsins heystið 2018

31-08-2018

Gjaldstovan skipar fyri skeiðsumfari í Búskaparskipan landsins í heyst. Byrjað verður við skeiði í Outlook, fríggjadagin 7. september, og hildið verður fram í oktober og november mánaði.

Fyri Landsnet brúkarar er fyri fyrstu ferð møguleiki at læra Outlook heilt frá grundini og til nýggjastu hentleikarnar.

Til ber at biðja um skraddaraseymað skeið. Prísurin fyri hesi skeið verður avtalaður í hvørjum einstøkum føri.

Skráin er tøk her.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified