Í summar byrjar stigvís íverksetan av Samleikanum

27-05-2020

Í summar byrjar ein stigvís íverksetan av Samleikanum og Vanganum

Tvær av størstu loysnunum í Talgildu Føroyum, Samleikin og Vangin, verða stigvíst settar í verk gjøgnum summarið, tá ið 100 føroyingar fáa atgongd til báðar tænasturnar.

Talgildi Samleikin og Vangin, sum nýggi tænastuportalurin eitur, eru nú við at koma undir land. Samstundis, sum síðsta hond verður løgd á báðar loysnirnar, er Talgildu Føroyar í ferð við at skipa, hvussu talgildu tænasturnar skulu nýtast av Føroya fólki.

At taka Samleikan og Vangan í nýtslu fyri summarfrítíðina, hevur verið hægsta raðfesting í Talgildu Føroyum seinasta hálva árið. Allir partar í verkætlanini hava sýnt stóra ábyrgdarkenslu og tikið stór tøk fyri at náa málinum.

Síðsta mánað kunngjørdi Talgildu Føroyar, at Samleikin skuldi takast í nýtslu fyri summarfrítíðina. Hetta verður tó ein øðrvísi íverksetan enn upprunaliga ætlað.

 

Samleikin er innritan og undirskrift til allar føroyingar

Talgildu Føroyar hevur saman við KT veitarum og tænastuveitarum ásannað, at koronakreppan hevur gjørt tað torført at náa málinum at seta loysnirnar í verk fyri summarfrítíðina.

Frástøðan hevur havt avbjóðingar, sum fyrilit skulu takast fyri. Ítøkiliga hevur tað merkt, at útlendsku KT grannskoðararnir, ið skuldu koma til Føroyar í vár, ikki hava havt møguleika at fremja síðsta partin av skoðanini, ið skal vísa, um Samleikin lýkur ásett lógarkrøv og standardar.

Stigvís íverksetan við 100 føroyingum Fyri at tryggja eina góða móttøku og haldgóða loysn er avgerð tikin um at seta Samleikan

Hetta merkir í stuttum, at Talgildu Føroyar saman við tænastuveitarunum, sum eru knýttir at loysnunum, fara undir eina størri roynd av báðum loysnunum síðst í mai mánaði og tríggjar mánaðir fram. Tænastuveitarar eru stovnar, kommunur og fyritøkur, ið bjóða fram talgildar tænastur annaðhvørt við Samleikanum ella á Vanganum.

Í hesum tíðarskeiðnum fáa um 100 føroyingar Samleikan, sum teir kunnu brúka til at rita inn á Vangan og aðrar talgildar tænastur, sum í dag brúka Mínlykil, m.a. Borgara- og Vinnugluggan hjá TAKS. Á Vanganum verður í fyrstu syftu atgongd til tænastur frá seks almennum stovnum umframt Tórshavnar Kommunu.

Roynt verður at fáa ein so breiðan skara av fólki sum møguligt at luttaka í stigvísu íverksetanini. Hesir brúkarar fáa fulla atgongd til omanfyri nevndu tænastur, sum vísa veruligar dátur, og har til ber at gera veruligar skrásetingar og sjálvgreiðslur.

Í tíðarskeiðnum verða eftirmetingar frá brúkarunum og tænastuveitarunum innsavnaðar og brúktar til at gera tillagingar við atliti at rakstri, brúkaratænastu og hvussu loysnirnar virka.

Endamálið við Samleikanum er at geva føroyingum eina felags loysn, ið skal brúkast til alskyns talgildar tænastur. Samleikin verður meira enn ein innritan hjá føroyingum.

Talan verður eisini um fyrstu talgildu undirskriftina. Hetta verður undirskrift, ið er løgfrøðiliga bindandi á sama støði sum handskrivað undirskrift ella onnur viljaváttan. Arbeiðið við at menna undirskriftina er í gongd, og fyrsta sjálvgreiðslan, sum fer at brúka undirskriftina, verður tøk í heyst, tá ið almenna íverksetanin verður.

Øll í Føroyum, sum eru fylt 15 ár og hava p-tal, kunnu fáa ein Samleika. Tað verða tvær ymiskar útgávur av Samleikanum at velja ímillum. Samleika appin á telefon ella teldli og Samleika geymin. Báðar útgávurnar geva somu atgongd. At byrja við kann Samleikin brúkast til at rita inn á talgildu tænasturnar hjá TAKS og Mínrokning.

Tað verður tó ikki drúgv tíð, til aðrir veitarar fara at bjóða Samleikan sum innritan til sínar tænastur. Sum kunnað varð um fyrr í ár, koma føroysku peningastovnarnir ikki við í fyrstu syftu.

Orsøkin er, at aðrar KT skipanir hjá peningastovnunum skulu gerast klárar, áðrenn farið verður undir at bjóða Samleikan sum innritan. Peningastovnarnir eru farnir undir fyrireikingar til Samleikan, og gongur eftir ætlan, verður klárt at rita inn í netbankarnar við Samleikanum tíðliga næsta ár.

Aðrir tænastuveitarar eru eisini farnir undir at kanna møguleikan at nýta Samleikan sum innritan. T.d. Føroya Tele, ið ætlar at bjóða kundum sínum tryggu innritanina.

Sum nakað nýtt fara allir føroyingar at kunna nýta Samleikan at rita inn við á tænastuportalin, Vangan, sum er partur av Talgildu Føroyum.

 

Búmerkið ímyndar eitt eyga og ein lykil, og hvussu hesi eru samanbundin.

Litirnir í búmerkinum umboða norðlýsið, hvørs dansandi ljós minnir um eina himmalska stjørnulind, sum blaktrar yvir fjallatind.

Nýggi tænastuportalurin eitur Vangin

Vangin er nýggj føroysk tænasta, har talgildar tænastur frá almennum stovnum og kommunum eru savnaðar á einum stað. Hetta fer at gera tað lættari, skjótari og tryggari hjá føroyingum at avgreiða egin viðurskifti.

Vangin er persónligur og gevur atgongd til Mínboks, sjálvgreiðslur av ymsum slag og innlit í egnar dátur. Vangin er meira enn ein nýggj heimasíða. Vangin brýtur slóð innan talgilding, tí hóast tænasturnar verða avgreiddar á síðuni, so eru tað einstøku tænastuveitararnir, ið hava ábyrgd av egnum dátum, mannagongdum og málsviðgerðum.

Dátur og upplýsingar verða einans sýndar á Vanganum, meðan tær framvegis liggja trygt hjá ymsu tænastuveitarunum. Hetta merkir, at tú sum brúkari fær eitt samlað yvirlit yvir tínar dátur.

 

Vangin er sostatt ein felags inngongd til nógvar ymiskar talgildar tænastur, og samskift verður beinleiðis við stovnar og kommunur, tá ið tú ert á Vanganum.

At byrja við verða 7 tænastuveitarar umboðaðir á Vanganum. Tórshavnar Kommuna er við sum einasta kommuna. Longu nú er Talgildu Føroyar í samstarvi við aðrar tænastuveitarar, sum støðugt leggjast aftrat.

Tað er eingin ivi um, at nógv bíða spent eftir føroyska samleikanum og at kunna avgreiða persónlig viðurskifti talgild á Vanganum. Við at seta loysnirnar stigvíst í verk meta vit, at vit kunnu bjóða nakrar sterkar og haldgóðar loysnir, tá vit í heyst fara at bjóða øllum Føroya fólki at brúka Samleikan og Vangan.

 

Búmerkið ímyndar eitt lás og ein persón sum tekin um, at Vangin er persónligur og dáturnar allar væl vardar.

Litirnir í bæði Samleikanum og Vanganum umboða norðlýsið, hvørs dansandi ljós minnir um eina himmalska stjørnulind, sum blaktrar yvir fjallatind.

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified