Nýggj slepping av Ferðaavrokning

05-02-2019

Gjaldstovan hevur arbeitt við at bøta um loysnina til Ferðaavrokning. Broytingarnar verða setta í gildi týsmorgunin 5. februar 2019. Í høvuðsheitum er talan um 5 broytingar:

 

  • Brúkarin sær hvar í verkgongdini viðkomandi er staddur.



  • Myndin til at vísa viðmerkingar er broytt.

 

  • Myndin til at skriva viðmerkingar er broytt, og til ber at skriva viðmerkingar á enn fleiri myndum.


  • Fullan frádrátt. Til ber at velja ongan dagpening at fáa. Hetta er eitt ynski, nakrir stovnar hava víst á.

 

  • Útskriftin til ferðatryggingar er broytt.

 

Vegleiðing er tøk heimasíðuni.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified