Talgild fakturering og avtøka av "rokning@gjaldstovan.fo"

05-12-2017

Rokning@gjaldstovan.fo verður tikin úr nýtslu

Í nøkur ár hava stovnar kunnað sent teldubrøv til rokning@gjaldstovan.fo, har rokningar hava verið viðheftar sum pdf ella tiff fílur. Gjaldstovan hevur síðani, lutvíst handliga, gjørt hesar um til talgildar rokningar, sum verða viðgjørdar í Rokningaverkgongdarskipanini. Hetta skuldi vera eitt alternativ til at senda fysiskan post til Gjaldstovuna.

Eftir 14. desember 2017 verður hesin teldupostkassi tikin niður, og stovnar o.o. skulu aftur senda skjølini í fysiskum posti til Gjaldstovuna. Hetta verður gjørt í sambandi við, at ognarar frá 1. januar 2018 skulu senda talgildar rokningar til tað almenna (landið).

Rokning@gjaldstovan.fo hevur bert at síggja til verið eitt framstig frá at senda rokningar í fysiskum posti til Gjaldstovuna, tí tað er ikki eins lætt at loysa trupulleikar av rokningum, sum eru sendar til rokning@gjaldstovan.fo, sum fyri tær rokningar, ið eru sendar í fysiskum posti. Viðhvørt verða somu rokningar sendar fleiri ferðir o.s.fr.

Endamálið við niðurtøku av rokning@gjaldstovan.fo er lutvíst at skunda undir, at almennir stovnar viðvirka til, at teirra veitarar fylgja lógarkravinum um at senda talgildar rokningar, men eisini at Gjaldstovan skal hava betur tak á teim rokningum, sum ikki verða sendar talgilt – herundir at síggja skjótari, hvør ognari ið sendir talgildar rokningar partvíst.

 

Frá 1. januar 2018 skulu ognarar senda talgildar rokningar

Við lóg er ásett, at allir ognarar skulu senda talgildar rokningar til landið. Ein skiftistíð verður, áðrenn allir ognarnar hava gjørt neyðugar broytingar í egnari roknskaparskipan – um teir ikki nýta rokningaportalar sum alternativa loysn.

Tað er tó almenni stovnurin, sum í tí dagliga hevur samskiftið við ognara sín um rokningar. Almenni stovnurin skal boða ognara sínum frá, at hann skal hava talgildar rokningar, herundir upplýsa GLN nr. (EAN nr.) og aðrar neyðugar upplýsingar fyri ognaranum. Hugsað verður um: Bíleggingarnr, hvør ið hevur bílagt, umframt møguliga konteringsupplýsingar.

 

Kunning um talgilda fakturering

Roknskapardeildin á Gjaldstovuni kann veita kunning og ráðgeving um talgilda fakturering – bæði til almennar stovnar og til privat virkir, sum hava tørv á kunning.

Her er kunningarskriv og vegleiðing til lóg um talgildar rokningar.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified