Roknskapurin 2021-01 er liðugur at avgreiða

Stovnsleiðarar kunnu í tíðarskeiðnum frá mánadegnum 15. februar til og við hósdagin 25. februar góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá fríggjadegnum 26. februar til og við hósdagin 11. mars góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 26. februar. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Fríggjadagin 12. mars verður tíðarskeið 2021-01 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified