Væleydnarður ársfundur 2022 hjá Landsneti

27-05-2022

Fríggjadagin, 20. mai, hevði Landsnet ársfund á Hafnia.

Á fundinum vóru gott 100 umboð fyri ráðini og stovnarnar, sum eru partur av Landsneti og KT veitarar. Tað eru trý ár síðan seinasta fund, og luttakararnir vóru glaðir fyri at hittast aftur.

Bergur Hansen, KT leiðari á Landsverki og formaður í Brúkararáðnum greiddi frá virkseminum hjá Landsneti við t.d. Skjalhaldi og rammusáttmálanum fyri keyp av KT og hvørjar ætlanir eru fyri framman. M.a. um Business Intellegence, nýtt netkonsept og møguleikan hjá føroyskum málsviðgerðum at senda teldupost til danskar myndugleikar við Sikker mail.

Bergur Hansen, formaður í Brúkararáðnum og KT leiðari á Landsverki

 

Denis, ið hevur starvast á Gjaldstovuni seinastu árini, og er úr Ukraina, tosaði um cybertrygd í sambandi við russiska álopið á Ukraina. Starvsfólk frá Vegadeildini á Landsverki vístu hvussu tey brúka Microsoft Planner í samband við uppgávur á deildini.

Heri á Rógvi legði greinaði úrslitið av nýggju nøgdsemiskanningini hjá Landsneti, har á leið 300 fólk í Landsneti vórðu spurd tænastunar og vøruúrvalið Landsnet veitir og leiklutin hjá Brúkararáðnum. Eitt úrslit vísir, at meira enn 80% av teimum spurdu brúka størsta partin av arbeiðsdegnum við telduna. Sum heild eru fólk væl nøgd við tænasturnar.

Landsnet veitir tænastur til 3.000 brúkarar og umsitur 2.500 teldur fyri 60 eindir, t.e. aðalráðini, stovnar og kommunalu eldrasamstørvini. Brúkararáðið hjá Landsneti ráðgevur KT landsins um viðurskifti á Landsneti.

Í Brúkararáðnum eru 9 limir, ið umboða aðalráðini, kommunalu eldrasamstørvini, og óheftu stovnarnir velja hvør sín lim og varalim. Ráðið verður sett av nýggjum til hvønn ársfund.

Leif Abrahamsen, sjtóri á Gjaldstovuni og Birgir av Steinum, leiðari á KT Landsins

 

Fundarfrágreiðingin og framløgurnar eru tøkar her.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified