Verkætlanarorganisatión á Gjaldstovuni

25-01-2013

Á Gjaldstovuni hava vit seinnu árini kunnað staðfest, at menningarverkætlanirnar eru vaksnar munandi í vavi og kompleksiteti.

Orsøkirnar eru m.a., at kt-skipanirnar eru vorðnar so umfatandi og innanhýsis bundnar, og at virkisøkið hjá Gjaldstovuni er voksið munandi, eftir at KT Landsins er vorðið partur av stovninum. Hetta setir nógv størri krøv til stýring og leiðslu av verkætlanum, og av somu grund er støða tikin til at styrkja um førleikarnar hjá stovninum innan verkætlanarleiðslu.

Tilgongdin er av álvara sett í gongd á heysti í 2012. Okkurt einstakt stig hevur verið tikið frammanundan, m.a. hava onkur av starvsfólkunum verið á skeiði í verkætlanarleiðslu, okkurt tiltak á stovninum hevur snúð seg um hetta evni, og onkrar verkætlanir hava koyrt eftir skipaðum verkætlanarleisti, men eingin skipað tilgongd fyri allan stovnin hevur verið fyrr enn nú. Tilgongdin sjálv skipað sum ein verkætlan, har vit hava fingið Dánjal Paula Haraldsen at virka sum projektleiðara og við roynda verkætlanar-ráðgevanum Steen Vierø Petersen sum ráðgeva.

Fyrsta stig á leiðini at styrkja um førleikarnar innan projektleiðslu á Gjaldstov-uni hevur verið at fingið eitt yvirlit og eina raðfesting av øllum verkætlanunum og at skipað eina verkætlanarorganisatión á stovninum. Verkætlanarorganisatiónin hevur longu staðið fyri nøkrum verkætlanum hjá KT Landsins, m.a. innlimingum og flyting av rakstrardepli, sum varð liðug um ársskiftið 2012/13.

Komið er nú so væl áleiðis við fyrsta stiginum, at fyrireikingarnar til næsta stig eru farnar í gongd. Í næsta stigi er ætlanin at orða verkætlanarleiðslu-myndil og at innføra myndilin og arbeiðshátt innan verkætlanarleiðslu á stovninum. At innføra arbeiðshátt innan verkætlanarleiðslu á einum stovni er ein drúgv tilgongd, har tað fyrst og fremst snýr seg um at broyta hugburð og vanar hjá starvsfólki, sum arbeiða við verkætlanum. Av tí sama vænta vit, at vit fara at brúka alt 2013 til hesa tilgongd.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified