Eitt starv er leyst at søkja.
Eitt fólk til 1st level support.
Umsóknarfreistin er hósdagin 14. desember í 2023. Les meira um starvið á
Tænastusinnað fólk til 1st level support í KT Landsins
___________
Gjaldstovan er elsti fyrisitingarligi stovnur í Føroyum. Gjaldstovan varð stovnað í 1939 og hevur verið kjarnin í almennari búskaparstýring. Seinnu árini er virkisøkið hjá Gjaldstovuni víðkað til at vera KT stovnurin hjá landinum og at standa fyri at talgilda Føroyar.
Fokusøkið hjá Gjaldstovuni er at skapa eina munadygga fyrisiting, útvega avgerðatakarum upplýsingar og at talgilda tilgongdir og tænastur.
Gjaldstovan er skipað í fýra høvuðsøki:
- Løn & Bókhald Landsins
- Búskaparskipan Landsins
- KT Landsins
- Talgildu Føroyar
Høvuðsskrivstovan er í Albert Hall á Argjum, og skrivstova er eisini í Klaksvík. Vit eru á leið 70 starvsfólk.
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269