Metan um játtanina fyri 2020 og roknskapurin 07-2020 er liðugur at avgreiða

21-08-2020

Í sambandi við góðkenning av roknskapinum fyri 07-2020, skulu stovnsleiðarar í roknskapargóðkenningarskipanini (RGS) meta um frávik í mun til játtanina fyri 2020, og áseta hetta við eini upphædd og frágreiðing.

Legg til merkis

  • at talið fyri meirnýtslu ella minni inntøku verður skrivað uttan fortekn og
  • at talið fyri minni nýtslu ella meirinntøku verður skrivað við negativum fortekni.

Stovnsleiðarar kunnu í tíðarskeiðnum frá hósdegnum 20. august til og við mikudagin 2. september góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá hósdegnum 3. september til og við hósdagin 10. september góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 3. september. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Fríggjadagin 11. september verður tíðarskeið 2020-07 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified