Roknskapurin 2018-11 er liðugur at avgreiða

21-12-2018

Stovnsleiðarar kunnu í tíðarskeiðnum frá fríggjadegnum 21. desember til og við mánadagin 7. januar góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá týsdegnum 8. januar til og við mánadagin 14. januar góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 8. januar. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Týsdagin 15. januar verður tíðarskeið 2018-11 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified