Tænastur

Gongdin seinastu árini hevur verið, at Gjaldstovan er stovnurin, har tvørgangandi tænastur mótvegis landsstovnum og kommunum verða savnaðar. Vit hava eisini seinastu árini lagt okkum eftir at allýsa virkisøkið hjá stovninum, sum tænastur mótvegis stovnum og kommunum.

  • Roknskap
      I    Landsins roknskaparverk
      II    Bókhald, løn og gjaldingar
      III   Roknskapur
  • Gjaldføri
      IV  Umsiting av gjaldføri og skuld
  • Kunning og undirvísing
      V   Leiðslukunning
      VI   Skeið o.t.
  • KT tænastur
      VII  Búskaparskipan landsins
      VIII Landsnet
      IX   KT trygd
 

Kommunur

Bókhald, løn og gjaldingar
Tað verða brutto goldnar okkurt um 1,4 mia. kr. av gjaldingum frá landi til kommunur og tað fara okkurt um 0,4 mia. kr. frá kommunum til land. T.e. hvørt ár verða netto goldnar kontant okkurt um 1 mia. kr. til kommunurnar. Gjaldstovan heldur skil á hesum pengastreymi.

Avroknað verður mánaðarliga.
 
Sum grundarlag undir avrokningini, fær kommunan eitt útgreinað kontuavrit, sum er greinað eftir, hvat slag av inntøku og útreiðslu talan er um, og hvør avrokningin er hesa ferð.

Til kommunurnar verður fluttur m.a. kommunuskattur og frá kommununum m.a. kommunanna partur av rentustuðli.

ì kommunuavrokningini liggja t.d. eisini aðrar tænastur, sum at Gjaldstovan flytur pengar beinleiðis til kreditorar hjá kommununum, t.d. lánikreditorar.

Roknskapur
Gjaldstovan veitir kommununum tænastuna at lesa inn kommunuroknskapartøl í sentrala skrá við serligari kommunukontuætlan. Í innlesingini, verða gjørdar serligar valideringar, sum at tað, sum er avroknað frá landi í kommunuavrokingini, eisini sæst aftur í mánaðarroknskapinum.

 Vit veita eisini møguleikan, at kommunurnar kunnu útskriva kommunuroknskapin úr skipanini.

Gjaldstovan viðlíkaheldur kommunalu kontuskipanina.

Ætlanin er at víðka hesa tænastu til eisini at fata um at innlesa roknskaparupplýsingar frá almennum virksemi, sum ikki er á fíggjarlóg, t.d. grunnum.

Gjaldstovan umsitur kommunalu kontuskipanina. Fíggjarmálaráðið umsitur kontustrongin til at seta upp kommunalu fíggjarlógina.

Leiðlsukunning 
ì Leiðslukunning eru mentar serligar vísingar fyri kommunur:
  • árs- og mánaðarroknskapir fyri egna kommunu og aðrar kommunur
  • rørslur á kommunalu millumrokningini, t.e. hvørjar upphæddir eru í kommunalu millumrokningini hetta skeiðið
  • hvat er útistandandi í skatti hjá kommununi, t.e. skattaslag og skattaár
  • hvat skal kommunan avseta í skatti
  • samanberingartøl millum kommunur, t.e. at ymsir postar í roknskapinum verða liðaðir út eftir demografiskum hagtølum

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified