Roknskapurin 2021-10 er liðugur at avgreiða

18-11-2021

Stovnsleiðarar kunnu í tíðarskeiðnum frá hósdegnum 18. november til og við hósdagin 25. november góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá fríggjadegnum 26. november til og við hósdagin 9. desember góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 26. november. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Fríggjadagin 10. desember verður tíðarskeið 2021-10 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified