Gjaldstovan leitar eftir lærlingi til lønarskrivstovuna, roknskaparleiðara og fólki til Keyp Landsins

11-11-2021

Gjaldstovan leitar eftir trimum fólkum í løtuni til trý ymisk størv.

Læruplássið á Føroya størstu lønarskrivstovu, ið rindar hálvafjórðu milliard út í lønum árliga til fimtan túsund fólk, gevur tær eina góða útbúgving innan fyrisiting. Tú verður partur av einum spennandi arbeiðsumhvørvi, saman við átta øðrum, sum starvast á Lønarskrivstovuni. Lærutíðin verður so fjølbroytt sum til ber, og tí sleppur tú eisini at royna teg í bókhaldinum á Gjaldstovuni, á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum og á einum øðrum almennum stovni.

Gjaldstovan hevur seinastu tvey árini arbeitt við at skipa Keyp Landsins sum eitt virkisøki burturav. Hetta skal skapa álit á almennu keypstilgongdina og merkja, at landið kann fáa meira fyri minni. Økið er skipað sum sjálvstøðugt virkisøki undir stjóranum, og í løtuni starvast eitt starvsfólk á deildini. Uppgávan er at skipa fyri útboðum, tilboðum, undantøkum, keypsportali, vegleiðingum, eftirliti, frágreiðingum og líknandi tiltøkum. Vit hava sett leiðara fyri virkisøkið og fara nú eitt stig víðari við at seta eitt fólk afturat.

Kundi tú hugsað tær at staðið á odda fyri roknskapinum hjá landinum? So er starvið sum roknskaparleiðari kanska akkurát tú. Roknskaparøkið á Gjaldstovuni ger landsroknskapin, ráðgevur í roknskaparfakligum spurningum og hevur ábyrgd av innanýsis eftirlitum. Á Gjaldstovuni eru løn og bókhald skipað uttan fyri roknskaparøkið, men tú arbeiðir tætt saman við hesum virkisøkjum.

 

Í løtuni eru trý størv leys at søkja.

Starv í Keyp Landsins - Umsóknarfreistin er 1. desember 2021

Roknskaparleiðari til Gjaldstovuna - Umsóknarfreistin var 22. november 2021

Fá útbúgving á Føroya størstu lønarskrivstovu - Umsóknarfreistin var 15. november 2021

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified