Landsnet fingið nýtt brúkararáð

12-06-2018

Á ársfundinum hjá Landsneti í Norðurlandahúsinum 20 apríl, varð nýggja brúkararáðið fyri Landsnet kunngjørt. Umboðini í ráðnum eru: Frankie Jensen (AMR), formaður, Gunnleyg Árnafjall (UVMR), næstformaður, Hilmar Høgenni (HIMR), Gundur Mortensen (MMR), Flóvin Eidesgaard (LMS), Hans Albert Hansen (SMR) og Heri Joensen (FISK).

Brúkararáðið hevur sum høvuðsuppgávu, at ráðgeva leiðsluni á KT landsins innan skipan og stýring av Landsneti, herundir vavið av tænastum, prísáseting, bygnaðarlig viðurskifti, útveiting og KT trygd.

Ráðið er nú farið til verka, og ein av uppgávunum seinni í ár verður, saman við Landsneti at leggja eina framtíðar strategi fyri Landsnet, har ítøkilig mál verða sett fyri komandi árini. M.a. í mun til hvørjar tænastur skulu veitast.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified