Roknskapurin 2018-09 er liðugur at avgreiða

17-10-2018

Stovnsleiðarar kunnu í tíðarskeiðnum frá mikudegnum 17. oktober til og við týsdagin 30. oktober góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá mikudegnum 31. oktober til og við mánadagin 12. november góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 31. oktober. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Týsdagin 13. november verður tíðarskeið 2018-09 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified