Ársroknskapurin 2019 er liðugur at avgreiða

Sera týdningarmikið er at fáa góðkent 2019-14, tí hetta er samstundis góðkenning av roknskapinum fyri 2019.

Hjá flestu stovnum er eingin broyting í tíðarskeiði 2019-14 í mun til tíðarskeið 2019-13.

 

Tíðarfreistirnar eru:

Stovnsleiðarar kunnu í tíðarskeiðnum frá týsdegnum 14. apríl til og við mánadagin 20. apríl góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá týsdegnum 21. apríl til og við fríggjadagin 24. apríl góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 21. apríl. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Flaggdagin 25. apríl verður tíðarskeið 2019-14 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified