Talgildu Føroyar klárar við Samleikanum og Vanganum

29-05-2020

 Kunningarskrivið    

Talgildu Føroyar klárar við Samleikanum og Vanganum

Nú eru tey her. Samleikin og Vangin. Tvær tær størstu loysnirnar í Talgildu Føroyum, sum bíðað hevur verið eftir í spenningi.

Samleikin og Vangin eru tvær tær størstu loysnirnar í Talgildu Føroyum. Føroyskar loysnir, sum eru mentar í samstarvi við føroyskar KT veitarar.

Nú fáa tey fyrstu 100 Samleikan. Tey 100 sleppa at rita inn á Vangan, Borgara- og Vinnugluggan hjá TAKS og Mínrokning hjá Elektron.

Samleikin - føroyski lykilin, sum letur talgildar dyr upp

Samleikin er eitt talgilt samleikaprógv, sum tú ritar teg inn við á portalar og snarskivur hjá stovnum, myndugleikum og fyritøkum. Frá í heyst verður samleikin eisini talgild undirskrift. Undirskrift, sum er løgfrøðiliga bindandi á sama hátt, sum handskrivað undirskrift.

Samleikin fer at gera tað bæði skjótari og einfaldari hjá tær at avgreiða tíni viðurskifti við myndugleikar og fyritøkur. Mannagongdirnar hjá myndugleikum og fyritøkum fara samstundis at krevja minni orku og tíð.

At tað er ein felags talgild loysn fyri alt samfelagið, ger tað ómakaleysari fyri teg sum borgara. Tað slepst undan at skula minnast í hópatali av brúkaranøvnum og loyniorðum. Í staðin er eitt brúkaranavn og eitt loyniorð - og brúkaranavnið er p-talið.

Ein felags talgild loysn, sum lýkur altjóða krøv til samleikar, ger eisini, at trúnaðarupplýsingar kunnu verða sendar trygt og munadygt. Talan er um eina landsumfatandi loysn at eyðmerkja borgarar.

Vangin - alt talgilt samskifti við tað almenna savnað á sama staði

Hin stóra loysnin hjá Talgildu Føroyum er Vangin. Vangin er ein tænastuportalur, har borgaratænastur hjá í fyrsta umfari almennum stovnum og kommunum verða savnaðar. Hetta fer at gera tað lættari, skjótari og tryggari hjá tær sum borgara at avgreiða tíni viðurskifti.

Á Vanganum verður atgongd til umleið 40 tænastur frá sjey ymiskum tænastuveitarum. Tænastuveitararnir eru TAKS, Studni, Akstovan, Umhvørvisstovan, Ílegusavnið, Almannaverkið og Tórshavnar kommuna. Og tað leggjast støðugt fleiri afturat.

Vangin er persónligur, og á Vanganum er atgongd til Mínboks, sjálvgreiðslur av ymsum slagi og innlit í tínar dátur.

Vangin brýtur slóð innan talgilding, tí dátur og upplýsingar verða sýndar á Vanganum umvegis vevtænastur. Dáturnar og upplýsingarnar liggja ikki á Vanganum, men hjá einstøku stovnunum og kommunum, sum eiga og hava ábyrgd av teimum.

Seta loysnirnar í verk

Nú fáa tey fyrstu 100 Samleikan. Tey eru vald, so tey umboða so breiðan skara av føroyingum, sum til ber. Tey fáa fulla atgongd til tænasturnar á Vanganum, í Mínrokning, Borgaraglugganum og Vinnuglugganum, har atgongd verður til veruligar dátur, og har tey eisini fáa skrásett og framt avgreiðslur.

Í heyst fáa allir føroyingar Samleikan og atgongd til tænasturnar á Vanganum.

Við at seta í verk stigvíst, kunnu loysnirnar verða eftirmettar og stillingar gjørdar, um tað vísir seg at verða neyðugt. Tað tryggjar, at loysnirnar eru so góðar, sum til ber, tá ið allir føroyingar í heyst taka Samleikan og Vangan í nýtslu.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified