Skeið í Búskaparskipan landsins várið 2024

23-02-2024

Gjaldstovan skipar aftur fyri skeiðsumfari í Búskaparskipan landsins í vár.

Tvey nýggj skeið eru í hesi skeiðsskránni. Talan er um skeiðini 'Vaktætlan fyri byrjarar' og 'Bóking millum stovnar' umframt vanligu skeiðini. Til ber at biðja um skraddaraseymað skeið í bókhaldi og fíggjarstýring, har undirvísingarskráin verður gjørd í samráði við tey, sum hava biðið um skeiðið. Royndirnar við slíkum skeiðum hava verið ógvuliga góðar.

Tekningin til KT skeiðini fer fram á heimasíðuni hjá Synergi.

Tekning til vanligu skeiðini fer fram við at skriva til okkara á skeid@gjaldstovan.fo.

 

Um okkurt er at spyrja um, setið tykkum so í samband við okkum. Ring á Gjaldstovuna, tlf. 35 24 00 ella skriva til okkara á skeid@gjaldstovan.fo. Vit bjóða tykkum vælkomin á skeið hjá Gjaldstovuni.

Skráin er tøk á heimasíðuni.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified