Nýggj loysn ment at skriva rokningar til kundar

08-11-2019

Gjaldstovan hevur í ár arbeitt við at menna eina nýggja debitorskipan. Arbeiðið við at menna loysnina hevur gingið væl. Gjaldstovan hevur støðugt roynt loysnina. Síðani hava teir stovnar, sum skráseta flest debitorrokningar verið og roynt loysnina. Seinastu rættingarnar eru nú gjørdar og nároyndar.

Hví nýggja loysn
Høvuðsorsøkirnar, til at Gjaldstovan tók avgerð um at menna eina nýggja loysn, eru at 1. tað skal vera lættari at skráseta kundar og rokningar. 2. brúkarar lættliga skulu fáa eina góða mynd av støðuni við loysnini uttan at brúka aðrar loysnir sum hjálparamboð. 3. hava eitt einklari markamót við uttanhýsis loysnir, so tað verður lættari hjá stovnum, sum umsita krøv í øðrum skipanum, at senda krøvini inn í BSL.

Seta loysnina í verk
Av royndum hava vit lært ikki at seta nýggjar loysnir í verk ov tætt upp undir ársskiftið. Tí hava vit lagt alla orku í at seta skipanina í verk mánadagin, 25. november 2019. Allir brúkarar, sum í dag hava debitor loyvi í FSL, fara at hava somu loyvi í nýggju loysnini, so stovnar skulu ikki venda sær til Gjaldstovuna at biðja um atgongdir.

Undirvísing
Stóru stovnarnir hava verið til undirvísing. Umboð fyri hinar stovnarnar verða bjóðaði til framløgu á Gjaldstovuni, mikudagin, 13. november 2019. Innkallingar verða sendar út, har kunnað verður, nær fólk skulu møta.

Gjaldstovan hevur mannað eitt toymi, sum fer teimum fyrispurningum, ið brúkarar hava. Fyri at Gjaldstovan kann veita so munadygga hjálp, sum til ber, so mæla vit brúkarum til at opna TeamViewer, áðrenn ringt verður til Gjaldstovuna.

Søguligar skrásetingar
Allar søguligar dátur verða tøkar í nýggju loysnini.

Fyrireikingar áðrenn skipanin verður sett í verk
Stovnar skulu avgreiða allar rokningar í gomlu loysnini, áðrenn nýggja skipanin verður sett í verk.

Kunningin til stovnarll-nr-33-fra-23-mars-1994-broytt-vid-ll-nr-33-fra-30-april-2015.pdf

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified