Gjaldstovan hevur tikið nýggja trygdarskipan í nýtslu á Landsneti

Gjaldstovan hevur fingið nýggja trygdarskipan til undirstøðukervið á Landsneti.

Landsnet hevur tikið trygdarskipanin í nýtslu, ið m.a. er grundað á ‘Machine Learning’, ið er ein partur av AI, t.e. tilgjørdum viti.

Skipanin eitur Darktrace og lærir seg mynstur og brúkaraatburð út frá teimum dátum, skipanin hevur atgongd til.

Verður vikið frá teimum góðkendu mynstrunum, boðar skipanin frá hesum og setir viðkomandi atgerðir í verk. Trygdarrundskrivið hevur peikað út teir stovnar, sum liva eitt vandamiklari lív enn aðrir, tí teir hava kritiskar KT skipanir.

Fríggjadagin 11. desember 2020 var kunnandi fundur á Parnassinum á Hotel Hafnia fyri innbodnum stovnum.

Hetta eru stovnarnir, trygdarrundskrivið hevur peikað út:

1. BSL 2. Talgildu Føroyar 3. Landsnet 4. Skúlanet 5. Skjalhald 6. 360 Taks 7. Umhvørvisstovan 8. Almannaverkið 9. Akstovan 10. Apoteksverkið 11. Heilsufrøðiliga Starvsstovan 12. Hagstovan 13. Jarðfeingið 14. Undirvísingarstýrið 15. Ílegusavnið 16. Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu 17. Tjóðskjalasavnið 18. Tjóðsavnið 19. Nám og 20. Yrkisdepilin

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified