Fleiri velja Skjalhald sum skjalagoymslu

20-12-2023

Sambært fyrisitingarlógini er og eigur skjalagoymsla at vera hornasteinur undir almennu fyrisitingini. Tá ið vit skráseta og goyma avgerðir og okkara samskifti annars, taka vit ábyrgd og eru við til at skapa gjøgnumskygni í okkara samfelagi og søguligt innlit í niðurstøður og mannagongdir, sum vit kunnu geva øðrum alment innlit í nú og her og í allar ævir.

Ein felags skjalagoymsla ger tað møguligt at fremja størri tillagingar. Og fyrimunirnir við stórrakstrinum eru fleiri. Bæði viðvíkjandi mannagongdum, dagføringum, kostnaði og øðrum, sum kann vera tungt at lyfta einsamallur.

Málið hjá okkum hevur tí frá byrjan verið at fáa eina felags skjalagoymslu fyri landið, sum tú kanst goyma tíni skjøl í á skynsaman hátt eftir felags standardi, og sum lýkur neyðug krøv um dátuvernd.

Og vit kunnu bara gleðast um, at útbreiðslan av okkara felags journalskipan, Skjalhaldi, gongur við rúkandi ferð. Fleiri stovnar eru komnir á Skjalhald og kunnu nú skráseta síni skjøl í skipanini.

Tríggjar dagføringar
Í 2023 vóru tríggjar størri dagføringar av Skjalhaldi. Fyrst varð skipanin týdd til føroyskt. Eitt megnararbeiði, sum varð gjørt í tøttum samstarvi við skjalavørðir í miðfyrisitingini, sum hava neyðuga fakliga innlitið. Hetta fer at lætta nógv um hjá øllum, sum dagliga arbeiða í Skjalhaldi, og samstundis er tað stórt og týðandi framstig fyri føroyska málið.

Í summar fór Málstovan undir at brúka Skjalhald. Tey fegnast um, at skipanin er týdd til føroyskt.

- Vit fegnast, ikki bara tí at vit betur fáa sýnt góðan fyrisitingarsið og hildið lógina um alment innlit, men tí skipanin er á føroyskum. Tað grør um gangandi fót … bara tað, at talgildar skjalhaldsskipanir eru til á føroyskum, boðar frá, at føroyskt ( mál og mentan), fylgir við tíðini, og móðurmálið verður víðkað og útbygt, so hvørt sum skipanin eisini verður tað. Óført! sigur Randi Kúrberg, forkvinna í Málráðnum.

 

Eftir hetta varð skipanin uppstigað tøkniliga. Triðja dagføringin knýtti Skjalhald beinleiðis í Landsfólkayvirlitið. Tá ið tú stovnar persónsmál, kanst tú nú við P-talinum aleina fáa allar neyðugar upplýsingar um viðkomandi. Hetta ger tað lættari hjá skjalavørðum at stovna og avgreiða mál. Tú hevur eisini størri vissu fyri, at tað er rætti viðkomandi, tú skrásetir, og soleiðis slepst undan dupultskrásetingum.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified